Foreldur eiga at fáa pening at ansa børnum

Foreldur eiga at fáa pening at ansa børnum
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, heldur, at nú er løtan at fremja setningin í samgonguskjalinum, um at kommunurnar fáa heimild at rinda foreldrunum sín part av barnaansingini

03.02.2012 - 11:35

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, mælir nú landsstýrinum til at fyrireika lógarbroytingar, so foreldur fáa pening til at ansa egnum børnum við hús.

Bjarni Djurholm vísir á, at arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum er í fullum samsvari við verkfalsrætindini, men foreldur eru í trongstøðu, og kommunurnar hava lítlan møguleika at veita eina hjálpandi hond, uttan kanska at steðga ansingargjaldinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at “Fyri at foreldur betur kunnu leingja
barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda partar av
stovnsplássi til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni/børnum heima”.

Bjarni Djurholm sigur, at fremur samgongan henda setning, fáa kommunurnar heimild at gjalda foreldrunum sín part av barnaansingini. Tað fer at gera ansingina smidligari, og foreldur fáa veruligar valmøguleikar. Tey kunnu velja at ansa egnum børnum, ella at lata kommunalu ansingini uppgávuna, sigur hann.

Bjarni Djurholm sigur, at landsstýrið eigur tí, skjótast til ber, at fyrireika lógarbroytingar, sum eru í samsvari við samgonguskjalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985