Foreldur í Klaksvík fáa ansingargjald afturgoldið

Foreldur í Klaksvík fáa ansingargjald afturgoldið
Verkfallið hjá námsfrøðingunum hevur við sær, at børn verða ikki ansað, og tí fáa foreldrini pening aftur. Men hvussu nógv er ikki greitt enn

03.02.2012 - 13:35

Foreldur í Klaksvíkar kommunu sleppa undan gjaldinum til barnaansing, nú námsfrøðingar og hjálparfólk eru í verkfalli. Men um tey sleppa undan øllum gjaldinum er ikki greitt.

Býráðið í Klaksvík fer at góðskriva foreldragjaldið fyri tíðina, verkfallið varar, kunnger kommunan á heimasíðuni.

Sambært lógini um barnaansing rinda foreldrini 30 prosent av tí, sum tað kostar at reka stovnarnar, tað er millum annað 30 prosent av lønunum.

Pengarnir, sum verða spardir, tí tey, sum eru í verkfalli ikki fáa løn, koma bæði kommununi og foreldrinum til góðar í sama lutfalli, sum tey gjalda raksturin.

Hetta merkir, sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at sparingar í rakstrarútreiðslunum eiga at koma báðum pørtum, kommununi og foreldrunum, til góðar í sama lutfalli, sum tær verða goldnar.

Um hetta skal skiljast soleiðis, at foreldrini bara fáa 30 prosent aftur, veit býráðið ikki enn. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at tey fara nú kanna, hvussu nógv foreldrini fáa aftur.  Sum skilst kann tað verða alt úr 30 upp í 100 prosent.

Men einki er avgjørt um tað, sigur borgarstjórin.

Norðlýsið hevur spurt Brúkaraumboðið, sum sigur, at kommunan kann einki krevja frá foreldrunum, meðan verkfallið er og børnini ikki verða ansað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843