Helgi spyr um Skálafjørð sum hvalvág

Helgi spyr um Skálafjørð sum hvalvág
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undrast á, at somu krøv ikki verða sett gomlum og nýggjum hvalvágum. Hann spyr Jákup Mikkelsen, landsstýrismann, um málið

03.02.2012 - 14:25

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vita, um somu umhvørviskrøv verða
sett nýggjum og gomlum hvalvágum, ella um landsstýrið hevur nakra ætlan um at
broyta krøvini, soleiðis at tey verða tey somu fyri øll.

Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen at seta Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um Skálafjørð sum hvalvág

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir
løgtingsmaðurin á, at í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa Skálafjørð
góðkendan sum hvalvág, men at fyribils verður góðkenning ikki givin, fyrr enn
kloakkirnar í bygdini eru umlagdar.

- At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini,
er væl skiljandi, men tað sum kann undra viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her
á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum, sigur Helgi Abrahamsen.

Sum
dømi nevnir hann, at strong umhvørviskrøv verða sett nýggjum fyritøkum og
virkjum, sum verða sett á stovn, men fyritøkur og virki, sum vóru til, áðrenn
umhvørvislógin varð sett í gildi, eru leys av somu treytum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843