Missa ávirkan á Landsbankan

Missa ávirkan á Landsbankan
Fíggjarmálaráðið hevur broytt kunngerðina um val til umsjónarráðið hjá landsbanaknum

03.02.2012 - 09:15

Nógv fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg og onnur vinnufeløg hava mist møguleikan at velja fólk í umsjónarráðið hjá Landsbankanum.

Fyrr vóru fimm valnevndir, sum valdu fólk í umsjónarráðið. Í valnevndunum vóru hálvthundrað feløg. 11 fólk eru í umsjónarráðnum, sum varð valt í 2007, og situr til hálvan november í ár.

Nú hevur Fíggjarmálaráðið gjørt hetta valið nógv einfaldari.

Nýggja kunngerðin sigur, at seks feløg velja hvørt sítt fólk í umsjónarráðið. Feløgini eru Samtak, Yrkisfelagið hjá teimum, sum arbeiða í tryggingarvinnuni, fíggjarvinnuni, KT vinnuni og øðrum slíkum vinnum, Akademikarafelagið, Vinnuhúsið, Felagið Peningastovnar og Reiðarafelagið.

Felagið Peningastovnar velur alt fyri eitt fólk í umsjónarráðið hjá Landsbankanum. Men hálvan november í ár skal alt umsjónarráðið veljast av nýggjum eftir nýggju kunngerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328