Prísirnir skulu lækka

Prísirnir skulu lækka
Javnaðarflokkurin skjýtur upp at seta tiltøk í verk, sum skulu lækka prísstigið í landinum. Ein kanning skal gerast, og hon skal fíggjast við peningi, sum verður spardur í samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum

03.02.2012 - 10:45

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at áleggja landsstýrismanninum í vinnumálum at seta kanning í verk, sum skal koma við ítøkiligum politiskum tiltøkum, sum kunnu lækka prísstigið í landinum.

Javnaðarflokkurin sigur, at tað er staðfest, at prísirnir í Føroyum eru alt ov høgir. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, eitt nú eintáttaður innflutningur, flutningskostnaður, avgjøld, vantandi kapping o.s.fr.

Ein kanning, sum Heri á Rógvi hevur gjørt, vísir, at Føroyar eru heimsins dýrasta land at búgva í, og hetta ger, at serliga lág- og miðalinntøkurbólkarnir í mongum førum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman.

Og fleiri prís- og avgjaldshækkingar eru á veg, eitt nú hjá SEV, Heilsutrygd og ALS, sigur Javnaðarflokkurin, sum heldur tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, ið m.a. skulu fyribyrgja fólkaflyting og eggja fólki at flyta til Føroya.

Flokkurin mælir til, at kanningin verður fíggjað peningi, sum verður spardur sambært broytingini í lóg um samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum.

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083