Fongslaður í fýra vikur

Fongslaður í fýra vikur
19 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í gjárkvøldið, noktar seg sekan í skuldsetingini um neyðtøkuroynd í Viðarlundini í Havn

06.02.2012 - 13:06

Grundlógaravhoyringin fyrrapartin var  fyri afturlatnum hurðum. Tað kravdi Finn Ougaard, ákæri, og verjin, Bjørn á Heygum, hevði onga viðmerking um tað.

Dómarin góðtók grundgevingina fyri kravinum hjá ákæruvaldinum um, at almennur rættarfundur og tá almenn umtala kann særa 17 ára gomlu gentuna óneyðuga nógv.

Tey fýra tíðindafólkini, sum vóru í rættarsalinum, vórðu beind á dyr.

Tann 19 ára maðurin er skuldsettur fyri at hava lagt á 17 ára gomlu gentuna klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin á Hoydalsvegnum og drigið hana inn í Viðarlundina, har hann legði hana niður á bakið.

Neyðtøkuroyndin varð fráboðað klokkan sjey minuttir yvir fýra.

Sambært skuldsetingini var neyðtøkuroyndin komin langt áleiðis, tá fólk á Hoydalsvegnum hoyrdu neyðarrópini frá gentuni. Tá hvarv álopsmaðurin.

Maðurin varð eftirlýstur í miðlunum í gjár. Politiið hevði eina neyva lýsing av honum, og klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið varð maðurin, sum býr á bygd, tikin.

Tað var ikki nógv um tann unga mannin í rættarsalinum fyrrapartin, og verjin svaraði fyri hann, tá hann varð spurdur, um hann játtaði ella noktaði seg sekan. Hann noktar seg sekan.

Finn Ougaard, varafúti, upplýsir fyri Útvarpinum, at politiið veit ikki enn, um hetta er sami maður, sum er eftirlýstur fyri tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør, í juni, juli og oktober.

- So langt eru vit ikki komin enn, sigur Finn Ougaard.

19 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin.

Rætturin avgjørdi, at 19 ára gamli maðurin skal varðhaldsfongslast í fýra vikur, og hann skal eisini mentalkannast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV