Hallbera og Stefan meta um fyrstu 100 dagarnar

Hallbera og Stefan meta um fyrstu 100 dagarnar
Hvussu hevur fyrsta tiðin hjá landsstýrissamgonguni og løgmanni hilnast? Kjak verður í útvarpstíðindunum í kvøld

06.02.2012 - 16:46

Í dag eru 100 dagar síðani løgtingsvalið 29. oktober, tá Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu størstu undirtøkuna, átta tingsessir hvør.

Teir báðir stóru flokkarnir fingu Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin aftur at sær, og borgarliga samgongan hevur 19 tingsessir.

Mest eyðsýnda broytingin í politikkinum er helst nýggja skattaskipanin, sum gevur teimum ríku størsta  skattalættan. Skaattalættin verður fíggjaður við at skatta eftirløn við inngjaldi.

Hvussu hevur henda fyrsta tíðin hilnast? Hvvussu hevur løgmaður klárað seg, og hvørjir stríðsspurningar kunnu vit vænta fara at taka seg upp í samgongusamstarvinum í framtíðini?

Í útvarpstíðindunum í kvøld klokkan 18 fara Hallbera F. West og Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingar, at meta um teir fyrstu 100 dagarnar hjá landsstýrissamgonguni. Dia Midjord leggur til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672