Ógegni: Flyta starvsfólk úr Fiskimálaráðnum

Ógegni: Flyta starvsfólk úr Fiskimálaráðnum
Starvsfólk verða nú flutt úr Fiskimálaráðnum á Løgmansskrivstovuna, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gegnistrupulleikar. Tann fyrsti, sum verður fluttur, er royndi samráðingarleiðarin í makreltrætuni, Andras Kristians

06.02.2012 - 18:49

Royndi samráðingarleiðarin í makrelmálinum, Andras Kristiansen, hevur fingið boð um, at hann fyribils skal arbeiða fyri løgmann og ikki í Fiskimálaráðnum, har hann hevur verið deildarleiðari í fleiri ár.

Tað skrivar løgmaður í brævi til Fiskimálaráðið, sum útvarpið hevur fingið innlit í.

Orsøkin er,  at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, er ógegnigur í millum annað málinum um býtiðnum av makrelkvotuni og býtinum av føroysku kvotuni í fiskivinnuavtaluni við Grønland.

Tí kunnu hesi mál ikki viðgerast í Fiskimálaráðum, og løgmaður hevur tí gjørt av sjálvur at taka sær av víðari samráðingunum um makrelin og fiskivinnuavtalurnar við Grønland.

Og at hjálpa sær hevur hann í fyrsta umfari fingið Andras Kristiansen, sum hevur drúgvar royndir í samráðingunum um makrelin. Seinni verða eftir øllum at døma fleiri starvsfólk flutt úr Fiskimálaráðnum, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gegnistrupulleikar.

Í skrivinum stendur, at í sambandi við hesi mál verða avís starvsfólk í Fiskimálaráðnum, fyri fyrst Andras Kristiansen, deildarstjóri, flutt á Løgmansskrivstovuna at starvast, meðan hesi mál verða viðgjørd.

Og hetta ber eftir øllum at døma til, hóast embætisfólkini í Fiskimálaráðnum í útgangsstøðinum øll eru ógegnig, tá teirra landsstýrismaður er ógegnigur.

Sambært eini frágreiðing hjá Fólkatingsins Umboðsmanni ber til at flyta starvsfólk millum ráð í slíkum førum fyri at tryggja, at fakkunnleikin fylgir við, tá mál verða flutt, tí ráðharrin er ógegnigur.

Hvussu nógv fólk nú verða flutt úr Fiskimálaraðunum á Løgmansskrivstovuna, er ógreitt.

Heldur ikki er greitt, um hesi starvsfólkini skulu flyta millum Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna alt eftir, hvar málini skulu viðgerast, og hvussu gegnið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum kann hugsast at ávirka tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167