Vilja sleppa aftur til samráðingarborðið

Vilja sleppa aftur til samráðingarborðið
Í morgin hevur verkfallið hjá pedagogunum vart í eina viku. Einki samband hevur verið millum partarnar, men pedagogarnir eru fúsir at fara aftur til samráðingar

06.02.2012 - 09:24

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum kann gerast drúgt. Tað ásannar forkvinnan hjá pedagogunum, Maud Wang Hansen.

Hon sigur seg ikki hava frætt t frá mótpartinum, síðani felagið fór í verkfall týsmorgunin, og leggur afturat, at Pedagogfelagið fegin vil sleppa aftur til samráðingarborðið.

- Tað er við samráðingarborðið, vit vilja loysa ósemjuna, og vit hava tikið okkara samráðingar í fullum álvara, síðani fakfelagssamstarvið byrjaði samráðingar í juni mánaði, sigur Maud Wang Hansen, við Útvarpið.

Hon sigur, at limirnir í Pedagogfelagnum taka væl undir við verkfallinum.

- Eg eri errin av øllum limunum í Pedagogfelagnum, sum taka hundrað prosent undir við verkfallinum, sigur hon.

Nú klokkan níggju hittast allir limirnir í Pedagogfelagnum á savningarstøðum kring landið til skrásetingar.

- Ymiskar uppgávur sum skulu loysast alla tíðina. Sum til dømis at skipa fyri tiltøkum og at samskipa verkfallið, sigur forkvinnan.

Í morgin er ætlanin, at allir pedagogar í landinum skulu savnast í Havn. Tá hevur verkfallið vart í eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086