Hvørgin parturin vil flyta seg

Hvørgin parturin vil flyta seg
Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar

08.02.2012 - 15:21

Einki røkist fyri semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, sum eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum.

Hvørgin partur hevur biðið mótpartin koma á fund, og hvørgin partur sigur seg vera sinnaðan at flyta seg.

- Vit hava ikki flutt okkum, sigur Karl A. Olsen, næstformaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpið um málið.

-Vit samráðast ikki gjøgnum fjølmiðlarnar, sigur hann.

Støðan hjá arbeiðsgevarunum er, at fyrireikingartíð hoyrir undir rættin hjá leiðsluni at leiða og fordeila arbeiðið.

- Harumframt er er tað eisini ein spurningur um, hvør skal gjalda fyri fyrireikingartíðina, sigur Karl A. Olsen.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur enn ikki tikið stig til at boðsenda Pedagogfelagnum á fund. Og hinumegin borðið hevur Pedagogfelagið heldur ikki boðað til fundar.

- Okkara støða er tann sama, vit hava ikki flutt okkum, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Hon hevur ikki hug at tosa um, hvørt ein broyting í dagstovnalógini, ið ásetir fyrireikingartíð til námsfrøðingarnar, kann loysa knútin.

- Mentamálaráðið er ikki okkara sáttmálapartur, so tað er ikki okkara borð at diskutera tann spurningin, sigur Maud Wang Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457