Kamaradvokatur: Løggildingarnar eru ólógligar

Kamaradvokatur: Løggildingarnar eru ólógligar
Fýra grannskoðarar missa løggildingina alt fyri eitt. Hinir fimm fáa eitt ár at standa kravdu próvtøkuna. Tað hevur fyribils setti stjórin á Skrásetingini avgjørt

08.02.2012 - 15:27

Løggildingarnar í grannskoðaramálinum eru ólógligar. Tí eigur Skrásetingin at kanna, um tær kunnu takast aftur.

Tað sigur danski kamaradvokaturin í einum uppriti til Skráseting Føroya, sum er dagfest 7.oktober í fjør.

Jákup Eyðfinn Kjærbo, sum løgmaður setti sum fyribils stjóra á Skrásetingini at kanna, um til bar at taka løggildingina aftur, bað kamaradvokatin, advokatvirkið Poul Schmith, um eitt upprit.

Kamaradvokaturin er eitt privat advokatvirki, sum hevur avtalu við statin um at arbeiða fyri donsku miðfyrisitingina.

Jákup Eyðfinn Kjærbo gjørdi av at taka løggildingina aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Hinir fimm fáa eitt ár at standa kravdu próvtøkuna, sum krevst fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina.

Sjey av teimum níggju grannskoðarunum hava kært avgerðina til løgmann.

Karsten Revsbech, professari í løgfrøði, sum Christian Andreassen, advokatur hjá  teimum sjey grannskoðarunum, spurdi, sigur eisini, at løggildingarnar eru ólógligar og eiga at takast aftur. Men ikki fyrr enn um eitt ár og ikki, um grannskoðararnir hava staðið royndina, áðrenn árið er farið.

Og royndin eigur at vera lættari enn tann vanliga royndin.

Karsten Revsbech útilokar ikki, at ein dómstólur, millum annað Evropeiski mannarættindadómstólurin, kann gera ta niðurstøðu, at grannskoðararnir varðveita løggildingina uttan at fara til roynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598