Lógarbroyting kann loysa sáttmálatrætuna

Lógarbroyting kann loysa sáttmálatrætuna
Verður fyrireikingin sett í dagstovnalógina, verður hon ikki longur partur av sáttmálasamráðingunum. Einki røkist fyri eini semju í trætuni

08.02.2012 - 13:19

Ein broyting í dagsstovnalógini kann loysa knútin í sáttmálatrætuni millum land og kommunur og Pedagogfelagið.

Við at seta fyrireikingina í lógina verður hon ikki longur partur av sáttmálasamráðingunum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur, at verða fleiri tímar settir av til fyrireiking, er talan um fasta starvsskipan, sum kann samanberast við ta hjá fólkaskúlalærarum, men sum als ikki er í samsvari við verandi grundarlag og fakligu krøvini í dagstovnalógini.

Fortreytirnar í dagstovnalógini mugu tí broytast fyrst, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Mentamálaráðið eigur dagsstovnalógina. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hesin møguleikin at taka fyrireikingina við í lógina hevur ikki verið til viðgerðarí Mentamálaráðnum.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur ta støðu, at fyrireiking hevur einki at gera í sáttmálum.

- Leiðslan á arbeiðsplássinum ger av í samráði við starvsfólkini, hvussu nógv tíð skal brúkast til fyrireiking, sigur Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini. Lønardeildin hevur tó ikki kravt, at fyrireiking verður tikin úr sáttmálunum hjá Pedagogfelagnum og Lærarafelagnum.

Einki røkist fyri semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, sum eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum.

Hvørgin partur hevur biðið mótpartin koma á fund, og hvørgin partur sigur seg vera sinnaðan at flyta seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672