Tók koyrikort og var til skips samstundis

Tók koyrikort og var til skips samstundis
Tveir koyrilærarar hava fingið dóm í Føroya Rætti. Annar fekk 30 daga treytaða fongsulsrevsing, og hin fekk 40 dagar treytaleysa fongsulrevsing

08.02.2012 - 09:41

Ein maður lærdi at koyra bil í Havn samstundis sum hann var við einum rækjutrolara við Kanada.

Hetta bar illa til, helt Akstovan, sum meldaði koyrilæraran fyri at geva Akstovuni skeivar upplýsingar í umsóknini um koyrikort til næmingin. Sambært umsóknini hevði næmingurin 22 tímar í tíðini, hann var til skips.

Koyrilærarin, sum noktaði seg sekan, fekk 30 daga fongsulsrevsing, men dómurin er treytaður. Harafturat fekk hann 5.000 kr. í bót.

Akstovan meldaði koyrilæraran, hóast hann bønaði og bað stjóran á Akstovuni geva sær eina ávaring í staðin fyri. Koyrilærarin vildi bara hjálpa einum sjómanni, stendur í telduposti frá honum, sum er endurgivin í dóminum hjá Føroya rætti.

Ein annar koyrilærari fekk sama dag ein harðari dóm, eisini fyri at geva Akstovuni skeivar upplýsingar um ein næming, sum skuldi hava koyrikort.

Hesin koyrilærarin skrivaði í umsóknini, at næmingurin, sum skuldi taka koyriroynd fyri at fáa koyrikortið aftur, hevði fingið serliga undirvísing í átta dagar, hóast hetta ikki var so, tí hann var í Noregi nakrar av døgunum.

Koyrilærarin er eisini dømdur fyri við áleypandi atburði at krevja at fáa lesiætlanina hjá næmingunum aftur frá Akstovuni. Hann fekk lesiætlanina, men kom ongantíð aftur við henni á Akstovuna.

Koyrilærarin noktaði seg sekan, men fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hann er fyrr dømdur fyri at hava brotið kunngerðirnar um koyrikort og koyrifrálæru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770