Dregur út at avgreiða blokkin

Dregur út at avgreiða blokkin
Fólkatingið bíðar eftir løgtinginum í málinum um blokkstuðulin í ár. Fíggjarnevndin viðger framvegis málið

09.02.2012 - 15:02

Tað dregur út hjá løgtinginum at avgreiða málið um heildarveitingina úr danska ríkiskassanum í ár.

Tá uppskotið varð lagt fram í desember, høvdu ongar samráðingar verið millum landsstýrið og ríkismyndugleikarnar um at hækka blokkin, og tí stóð gamla upphæddin, 615,5 milliónir krónur, í uppskotinum. Víst varð tó á í viðmerkingunum til uppskotið, at samráðingar skuldu verða við stjórnina, og fyrr enn tær høvdu verið, bar ikki til at siga, hvussu stór endaliga ríkisveitingin verður í ár.

Síðani hava samráðingar verið, og avtalað er, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd. Tí hækkar veitingin 8,6 milliónir upp í 624,1 millión krónur í ár.

Fólkatingið hevur viðgjørt uppskotið frá danska fíggjarmálaráðharranum um at prístalsviðgera blokkin, og ætlanin var at avgreiða málið í hesi vikuni, men tað ber ikki til, tí bíðað verður eftir endaligu viðgerðini í løgtinginum.

Og líkt er til, at fólkatingið noyðist at bíða eina løtu aftrat, tí málið er framvegis til viðgerðar í fíggjarnevndini. Nevndin hevði fund um málið fyrrapartin, og tað er aftur á skrá fyri fundin í fíggjarnevndini, sum verður týsdagin.

Av tí at eingin lóg um heildarveiting úr ríkiskassanum er í gildi í løtuni, hevur eingin blokkur verið útgoldin í hesum árinum.

Mynd: Fíggjarnevndin viðger framvegis uppskotið um heildarveitingina fyri 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655