Noreg vil lata føroyingum størri makrelkvotu

Noreg vil lata føroyingum størri makrelkvotu
Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, og norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen,vóna, at ein loysn spyrst burtur úr makrelsamráðingunum í Reykjavík

09.02.2012 - 13:38

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið á fundi við norska fiskimálaráðharran, Lisbeth Berg-Hansen, fyri at umrøða makreltrætuna.

Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Jákup Mikkelsen tók stig til fundin fyri at greiða norska fiskimálaráðharranum frá føroysku sjónarmiðunum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrelin.

Sambært Fiskimálaráðnum tók Lisbeth Berg-Hansen undir við Jákupi Mikkelsen, at føroyski parturin í makrelbýtinum eigur at gerast størri enn í gomlu avtaluni, men Noreg kann tó ikki ganga føroyska kravinum á møti.

Ráðharrarnir settu sína vón til, at komandi samráðingarumfar í Reykjavík í næstu viku kann flyta málið so mikið, at ein loysn kann fáast á hesi ósemjuni.

Mynd: Lisbeth Berg-Hansen er norskur fiskimálaráðharri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162