Tingið kann órógva avgerðir hjá Umboðsmanninum

Tingið kann órógva avgerðir hjá Umboðsmanninum
Rættarnevndin heldur, at viðgerðin av frágreiðingum frá Løgtingsins Umboðsmanni í tinginum eiga at vera á einum yvirskipaðum stigi

09.02.2012 - 10:11

Løgtingið eigur at ansa eftir ikki at fara upp í viðgerðina av einstøkum ítøkiligum málum. Ger tingið ikki tað, kann tað órógva og sáa iva um mannagongdir og avgerðir hjá Umboðsmanninum.

Tað sigur Rættarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið frá formansskapinum um ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni fyri 2010. Nevndin heldur, at viðgerðin av umboðsmannafrágreiðingini í Rættarnevndini og Løgtinginum yvirhøvur eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi.

Umboðsmaðurin brúkar megin partin av síni tíð at viðgera kærur frá fólki, ið venda sær til stovnin. Umboðsmaðurin fær umleið 80 kærur um árið. í 2010 vóru nógvar kærur um innlitsmál. Hinvegin hava starvsfólkamálini verið færri seinastu árini.

Spurningurin, um frágreiðingin frá Umboðsmanninum eigur at verða givin út í bók, hevur eisini verið umrøddur í Rættarnevndini. Nevndin tekur undir við ætlanini um at gera eina øðrvísi og minni  árfrágreiðing fyri 2011, har størri dentur verður lagdur á hagtøl og greinar um ymisk viðkomandi evni.

Einstøk mál skulu ikki viðgerast í frágreiðingini, tí tey kunnu lesast á heimasíðuni hjá Umboðsmanninum.

Rættarnevndin mælir til at góðkenna frágreiðingina hjá Umboðsmanninum fyri 2010. Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum seinnapartin.

Mynd: Sólja í Ólavsstovu er Løgtingsins Umboðsmaður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086