Um reppið at eldurin breiddi seg til manningarrúmini

Um reppið at eldurin breiddi seg til manningarrúmini
111 fólk vóru við Athenu, tá eldur kom í skipið í 2010. Skaðanevndin er liðug við kanningarnar, og hevur gjørt niðurstøðu

09.02.2012 - 13:51

Tað var um reppið, at eldurin um borð á Athenu í oktober í 2010 breiddi seg til manningarrúmini.

Opnar hurðar og lúkur, sum brandvaktirnar ikki lótu aftur, gjørdu, at eldurin fór av einum dekki upp á næsta dekk.  Men eldurin í einum goymslurúmi, haðani hann kundi breitt seg til manningarrúmini, kódnaði av luftloysi:

Tað stendur í niðurstøðuni hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið fyri føroyska skipaeftirlitið.

Ein formaður á verksmiðjuni og tvær brandvaktir, onnur á fyrsta dekki, har sum eldurin kyknaði, hin á øðrum dekki, hagar eldurin breiddi seg gjøgnum eina opna lúku, varnaðust ikki eldin. Teir hoyrdu sum hini umborð brandalarmin. Teir lótu ikki aftur opnar hurðar og opnar lúkur, tá eldurin var kyknaður.

500 tons av pappi

Eldurin festi í 500 tons av pappi, og opnar dyr og opnar lúkur góvu eldinum luft.

Tað bar ikki til at brúka eina nýggja sprinklaraskipan til at royna at sløkkja beinanvegin, tí manningin dugdi ikki nóg væl at brúka hana, og ikki slapst til at skrúva ventilarnar á skipanini fyri royki.

Víst verður á, at brandvaktirnar og formenninir á verksmiðjuni lótu ikki hurðar og lúkur aftur. Vegleiðingin um at gera hetta hetta hevur ikki verið nóg effektiv.

Royndirnar at sløkkja vórðu gjørdar eftir umstøðunum, og ikki sambært manningarlistanum, tí eingin yvirstýrimaður var við skipinum. Yvirstýrimaðurin stóð at hava yvirskipaðu leiðsluna, tá eldur skuldi sløkkjast.

Skammlop og ljósbogi

Frágreiðingin vísir tó eisini á, at manningin á Athenu megnaði at avbyrgja eldin við at lata aftur allar hurðar og lúkur uttaná, og tað gekst sera væl at fáa fólkið av skipinum í øllum góðum.

Orsøkin til eldin var skammlop og ljósbogi við eina lampu heilt har frammi á niðasta dekkinum. Eldurin festi í pappeskjur ella í veggin, sum var úr viði.

Verksmiðjutrolarin Athena var tann 27.oktober 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum á veg til fiskiskap við Mauretania í Norðurafrika, tá eldur kom í tíðliga um morgunin. Skipið var júst liðugt umvælt eftir eldin, sum var umborð í 2007. 111 fólk vóru við Athenu í oktober í 2010, og eingin fekk skaða.

9.mai í fjør var aftur eldur í Athenu. Hesa ferð varð skipið ikki gjørt aftur, men selt til Danmarkar til upphøggingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571