700 færri løntakarar eftir einum ári

700 færri løntakarar eftir einum ári
2600 fólk færri eru á lønarlistanum nú enn í 2007

10.02.2012 - 16:27

Løntakararnir gerast færri og færri í Føroyum.

Fjórða árið á rað minkaði talið í 2011. Tá vóru 700 færri løntakarar enn í 2010.

Ongantíð hava so nógv fólk fingið løn í Føroyum sum í 2007. Men nú eru 2.600 færri fólk á lønarlistanum enn í 2007.

Serliga sæst afturgongdin hjá teimum ungu, 16 til 19 ár. Hon var níggju prosent í fjør. Størsta afturgongdin er í Suðuroynni, hon var 5,5 prosent í fjør.

Í fiskivinnuni, alivinnuni og í aðrari ráevnisvinnu fór áttandi hvør úr arbeiði í fjør.

Í fjør vóru 23.262 løntakarar í Føroyum. Løntakarar eru fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava minst eina skattaða dagsløn um mánaðin.

Í almennari fyrisiting eru at kalla eins nógvir løntakarar nú sum í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360