Eingin hevur biðið um samráðingar um nýtt samgonguskjal

Eingin hevur biðið um samráðingar um nýtt samgonguskjal
Jacob Vestergaard, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, sigur, at samgonguskjalið er ein avtala, sum skal haldast

13.02.2012 - 16:37

Flokkarnir hava skrivað undir eitt samgonguskjal, og eingin hevur biðið um samráðingar um eitt nýtt samgonguskjal.

Tað sigur Jacob Vestergaard, formaður í tingbólki Fólkafloksins, nú hinir flokkarnir í samgonguni taka undir við fleiri tilfeingisgjøldum enn samgonguskjalið nevnir.

Jacob Vestergaard vísir á, at vinnan hevur longu tikið samgonguna upp á orðið, tá samgongan boðaði frá, at hon vil hava uppsjóvarfiskin upp á land í Føroyum. Hann vísir á, at eitt uppsjóvarvirki verður nú bygt á Tvøroyri.

Hvørki Sjálvstýrisflokkurin ella Miðflokkurin vísa aftur tí, sum Johan Dahl í Sambandsflokkinum segði um tilfeingisgjald í síðstu viku, millum annað, at gjald eisini skal leggjast á uppsjóvarfisk, sum verður landaður í Føroyum.

Bill Justinussen í Miðflokkinum heldur, at samgonguskjalið kann lagast til, og at samráðingarnar um tilfeingisgjald vóru ikki heilt lidnar, tá samgonguskjalið varð undirskrivað.

Men fyri Fólkaflokkin er eitt undirskrivað samgonguskjal ein avtala, sum skal haldast. Og Jacob Vestergaard veit einki um, at orðingin um tilfeingisgjaldið ikki var liðug, tá teir skrivaðu undir

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923