Pedagogar bíða eftir arbeiðsgevarum

Pedagogar bíða eftir arbeiðsgevarum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eigur næsta leik í sáttmálatrætuni við Pedagogfelagið

13.02.2012 - 09:03

- Vit hava onki frætt frá mótpartinum, nú bíða vit bara eftir boðum!

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Tað er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sum hevur bóltin í sáttmálatrætuni sum hevur gjørt, at flestu av limunum í Pedagogfelagnum skjótt hava verið í verkfalli í tvær vikur.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum sótu allan dagin í gjár og roknaðu, hvussu nógv krøvini hjá Pedagogfelagnum fara at kosta.

Maud Wang Hansen sigur við útvarpið í morgun, at hon hevur skilt, at arbeiðsgevararnir ikki bara rokna.

- Sum eg skilji tað, hyggja tey nærri at fleiri viðurskiftum, sum møguliga kunnu verða broytt, fyri at partarnir kunnu finna eina semju, sigur hon.

Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum segði við Útvarpið í gjár, at hann væntaði, tey fóru at kalla pedagogfelagið á fund einaferð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083