Ternan mundi verðið niðursigld

Ternan mundi verðið niðursigld
Íslendska skipafelagið Samskip viðgongur, at manningin á Arnarfelli gjørdi eitt mistak, tá skipið mundi siglt Ternuna niður í Nólsoyarfirði
 
13.02.2012 - 11:40

Tað var um reppið, at strandfaraskipið Ternan varð niðursiglt í Nólsoyarfirði av íslendska farmaskipinum, Arnarfelli. Hevði skiparin á Ternuni ikki dreygað undan, høvdu skipini uttan iva stoytt saman.

Íslendska skipafelagið Samskip viðgongur, at manningin á Arnarfelli gjørdi eitt mistak, tá bingjuskipið Arnarfell mundi siglt strandfaraskipið Ternuna niður í Nólsoyarfirði.

Tað var síðsta mánakvøld, at Arnarfell var á veg gjøgnum Nólsoyarfjørð. Bingjuskipið kom úr Kollafirði og skuldi til Íslands. Ternan var á veg av Havnini til Nólsoyar.

Bara 2-300 metrar millum skipini

Íslendska ríkisútvarpið segði frá hendingini í gjár. Ternan noyddist at snara fyri at sleppa undan samanstoyti. Bara 200 til 300 metrar vóru millum skipini, tá Ternan snaraði.

Tá Arnarfelli var farið fram við Ternuni, setti Ternan ljóskastaran á hekkuna á skipinum, fyri at síggja navnið, og síðani kallaði skiparin á Ternuni á íslendska skipið.

Sambært íslendska útvarpinum hava Samskip viðgingið, at manningin á Arnarfelli bar seg skeivt at. Samskip hava boðað íslendsku skaðanevndini frá hendingini. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527