Landsstýrið bað um 150-200 milliónir afturat í blokkstuðli

Landsstýrið bað um 150-200 milliónir afturat í blokkstuðli
Dagur og Vika hava fingið innlit í brævið, sum løgmaður sendi Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, stutt eftir at landsstýrið varð skipað. Kaj Leo Holm Johannesen biður um, at blokkurin hækkar 150-200 milliónir krónur, ella til

14.02.2012 - 15:15

Landsstýrið ætlaði at fáa 150-200 milliónir afturat krónur í heildarveiting úr ríkiskassanum í ár, og at blokkstuðulin síðani skuldi prístalsviðgerast.

Í einum brævi, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sendi Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, 10. november í fjør, og sum Dagur og Vika hava fingið innlit í, verður biðið um, at heildarveitingin hækkar til dagsvirði. Víst verður á, at útreiðslurnar til tey málsøki, sum heildarveitingin verður latin til, eru hækkaðar, og tí eigur at verða lagt upp fyri hesum.

Í brævinum til Helle Thorning-Schmidt sigur Kaj Leo Holm Johannesen:

"I den anledning vil jeg gerne orientere dig om, at regeringsgrundlaget opererer med en revideret fastsættelse af det årlige beløb, som ydes Færøerne via den danske finanslov, bl.a. således at der tages delvis højde for landsstyrets forøgede udgifter på de områder, der oprindeligt indgik i fastsættelsen af det årlige beløb.

Med udgangspunkt i dette foreslår Landsstyret, at niveauet for beløbet i 2012 forhøjes med omkring 150-200 millioner kroner svarande til nutidsværdien, samt at der indføres en fremtidig indeksregulering."

Landsstýrið fekk ikki ynski síni eftirlíkað, og verri enn so.

Samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina endaðu við, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd, og í ár hækkar hon 8,6 milliónir krónur, úr 615,5 upp í 624,1 millión krónur.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576