Makrelsamráðingarnar byrjaðar í Reykjavík

Makrelsamráðingarnar byrjaðar í Reykjavík
Samráðingarnevndirnar eru farnar á fyrsta felags fundin, har londini leggja síni sjónarmið fram

14.02.2012 - 11:23

Nú verður aftur gjørd ein roynd at semjast um makrelbýtið.

Samráðingarnar hesaferð eru í Reykjavík, og fyri løtu síðani fóru sendinevndirnar á fyrsta felags fundin, har tær leggja síni sjónarmið fram.

ES, Noreg, Ísland og Føroyar hava fleiri ferðir tingast um makrelbýtið, men einki er komið burturúr, og tað er framvegis langt millum partarnar.

Hildið verður, at samráðingarnar í Reykjavík verða tær seinastu, tí nú má røkka ella støkka. Samráðst verður til hósdagin. Spyrst einki burturúr, fara londini aftur at áseta sær sína egnu makrelkvotu.

Í føroysku sendinevndini eru Andras Kristiansen, formaður, Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, Hákun Djurhuus, sendimaður Føroya í Íslandi, og Janet S. Nørregaard og Jens Helgi Toftum, fulltrúar í Fiskimálaráðnum.

Kringvarpið fylgir samráðingunum í Reykjavík. Jan Lamhauge og Rúni Friis Kjær eru á blettinum og fara at lata frætta frá sær bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985