Tveir tilburðir av kikhosta

Tveir tilburðir av kikhosta
Fyri fyrstu ferð síðani 2006 er kikhosti staðfestur í Føroyum

15.02.2012 - 15:56

Kikhosti gongur nú aftur í Føroyum.

Higartil í ár eru tveir tilburðir fráboðaðir. Talan er um tvey børn, sum vórðu løgd inn á sjúkrahús. Bæði børnini vóru yngri enn tríggjar mánaðir. Smittukeldan var ókend

Báðir tilburðirnir vóru í Tórshavnar kommunu, upplýsir landslæknin.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at tilburðir hava verið av kikhosta. Tá vóru 12 tilburðir.

Vanliga eru farsóttir við kikhosta triðja til fimta hvørt ár. Kikhosti er ein sjúka í andaleiðini, sum er elvd av bakteriu. Hon kemur fyri í øllum aldursbólkum, men sæst vanligast hjá børnum, og verður tí nevnd ein av barnasjúkunum, sigur landslæknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974