Vinna og brúkarar ikki so bjartskygd longur

Vinna og brúkarar ikki so bjartskygd longur
Treystitalið er lækkað, og tað er tekin um, at tænastuvinnurnar hava verið ov bjartskygdar, sigur Fíggjarmálaráðið

15.02.2012 - 08:42

Treystitalið hjá føroysku brúkarunum og vinnunum, sum í høvuðsheitum liva av heimliga eftirspurninginum, er framvegis jaligt - men tað er lækkað seinasta hálva árið.

Tað vísir nýggjasta føroyska konjunkturkanningin.

Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta bæði støðuna beint nú, gongdina seinasta árið og gongdina næsta árið.

Treystitalið hjá tænasutvinnunum fór úr 16 í januar í fjør upp í 63 í juni, men er nú fallið aftur niður á níggju.

- Alt bendir tí á, at tænastuvinnurnar hava verið í so bjartskygdar fyri hálvum ári síðan, metir Fíggjarmálaráðið, sum eisini vísir á, at fíggjarkreppan versnaði seint í fjør summar.

Í tilfeingis- og ídnaðarvinnuni, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, stendur treystitalið í stað. Treystitalið hjá tilfeingisvinnunum var niðri á minus 36 í januar 2009, men er síðani komið uppaftu,r og hevur í teimum seinastu tveimum konjunkturkanningunum ligið á 15.

Alt treystitalið í føroyska konjunkturbarometrinum - tá øll øki eru tald við - er lækkað úr 27 í juni í fjør, niður á sjey í nýggjastu konjunkturkanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum varð gjørd í januar í ár, og verður almannakunngjørd í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860