400 arbeiðskvinnur í samhugaverkfalli

400 arbeiðskvinnur í samhugaverkfalli
Undantøk eru givin á Landssjúkrahúsinum og stovnum, har limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag gera fólki mat

17.02.2012 - 14:02

Flestu limirnir í Havnar Arbeiðskvinnufelag fóru kl. seks í morgun í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag, sum skjótt í tríggjar vikur hevur verið í verkfalli.

Samhugaverkfallið er fyri limirnar, sum starvast á Landssjúkrahúsinum og øðrum almennum stovnum, umframt teir kommunalu stovnar, har bæði námsfrøðingar og limir í Havnar Arbeiðskvinnufelag vanliga arbeiða.

Umleið 400 limir eru í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og teir flestu eru við í verkfallinum. Men undantøk eru givin, m.a. á Landssjúkrahúsinum og stovnum, har sum limir gera fólki mat.

Mynd: Landssjúkrahúsið er eitt av arbeiðsplássunum, sum hevur fingið undantak frá samhugaverkfallinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290