Jóan Símun Edmundsson tvey ára sáttmála í Noreg

Jóan Símun Edmundsson tvey ára sáttmála í Noreg
Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við norska Viking, sum spælir í bestu norsku kappingini

17.02.2012 - 12:31

- Eg vil sleppa at spæla fótbólt á einum fyrstaliðið. Soleiðis sigur føroyski áleyparin, Jóan Símun Edmundsson, við norskar fjølmiðlar.

Jóan Símun hevur regluliga spælt fyri eykaliðið hjá Newcastle, men er ongantíð veruliga sloppin at royna seg á besta liðnum. Eitt tíðarskeið var hann útlántur til Gateshead, sum spælur í Blue Square Premier League, sum er fimta deild í Onglandi.

Men nú bendir nógv á, at føroyski áleyparin sleppur at royna seg á hægri stigi.

Viking endaði kappingarárið í fjør á ellinta plássi í Tippeliguni. Venjari er Åge Håreide, sum fyrr hevur verið venjari hjá eitt nú norska landsliðnum, Rosenborg og Brøndby. Sum leikari royndi hann seg í 80-unum í Onglandi, har hann spældi fyri Manchester City og Norwich.

Åge Håreide hevur álit á Jóan Símun Edmundsson: - Eg haldi, at Jóan Símun er nóg góður og klárur til at spæla í Tippeliguni, sigur Viking venjarin við Rogalandsavis.no

Hóast Jóan Símun Edmundsson ikki fekk møguleikan á besta liðnum hjá Newcastle, so sigur hann seg hava lært nógv hesi tvey árini hann hevur verið í Onglandi.

- Eg eri blivin ein betri fótbóltsspælari. Eg havi fingið ein professionellan lívsstíl, og sálarliga eri eg nógv sterkari, sigur 20 ára gamli áleyparin við heimasíðuna hjá Viking.

Jóan Símun Edmundsson, sum hóast sín unga aldur, longu hevur spælt 13 landsdystir fyri Føroyar, fer nú við nýggju liðfeløgunum til Spania, har Viking er á venjingarlegu.

Norska kappingin byrjar 26. mars. Fyrsti dystur hjá Viking er á útivølli móti Sandnes.

Mynd: TV2.no

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379