Tænastumenn og landspolitikarar framíhjárætt

Tænastumenn og landspolitikarar framíhjárætt
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um pensjónsskattingina

17.02.2012 - 08:56

Samstundis sum landskassin krevur 40 prosent í skatti, tá føroyingar gjalda inn eftirløn, eru bólkar í samfelagnum, sum hava framíhjárætt og rinda 35 prosent, tá tey fáa eftirlønina útgoldna.

Tað framgongur í skrivinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu.

Til ber at siga, at landskassin á henda hátt hjúklar um síni egnu, tí tað eru tænastumenn, landsstýris- og løgtingsfólk, sum verða eftirlønarskattað eftir gomlu skipanini.

Tað kemur fram í svarinum, at landsstýrið arbeiðir við uppskotinum til pensjónsnýskipan, og í hesum sambandi skal støða takast til eftirlønina hjá tænastumonnum og øðrum serligum bólkum.

- Men ikki ber til at siga nakað ítøkiligt um hetta, tí enn er ongin avgerð tikin, sigur Jørgen Niclasen.

Umleið 1300 føroyskir skattgjaldarar fingu inntøku frá útlendskum arbeiðsgevarum í 2010. Men TAKS veit ikki, um hesi fólk rinda skatt av inngjaldi til útlendsk eftirlønarfeløg, sum lógin ásetir.

- Hesi fólk mugu upplýsa hetta á sjálvuppgávuni 2012. Annars fremur TAKS vanligt eftirlit við skattaálíkningini, skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskivnnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776