Sær bjartari út í USA

Sær bjartari út í USA
Arbeiðsloysið í USA, sum hevur minkað støðugt seinastu mánaðirnar, heldur fram við at minka í ár, vísa nýggjastu útlitini.
Obama kann smílast. Arbeiðsloysi minkar í USA.

18.02.2012 - 10:30

Tað gongur framvegis fram á á amerikanska arbeiðsmarknaðinum, skrivar ritzau.

Sambært nýggjari forsøgn, sum fíggjarligu ráðgevarnir í Hvítu Húsunum hava latið, verður arbeiði til tvær milliónir amerikanarar afturat í ár.

Í fjør komu 1,8 milliónir nýggj arbeiðspláss í USA.

Nýggjastu tølini ávirka eisini metingina fyri arbeiðsloysinum í USA. Á varð mett, at arbeiðsloysi í ár fór at tátta í 9 prosent.

Nú ljóðar, at arbeiðsloysi fer at liggja millum 8 og 8,6 prosent - tað er tvey prosent minni enn fyri einum ári síðani, tá fíggjarkreppan leikaði harðast á í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541