Løgtingið avgreiðir blokkin í morgin

Løgtingið avgreiðir blokkin í morgin
Uppskotið kemur til triðju og endaligu viðgerð á tingfundinum seinnapartin í morgin

20.02.2012 - 16:27

Avtalan um heildarveitingina úr ríkiskassanum fyri 2012 hevur verið ein tungur burður, men í morgin fer løgtingið at avgreiða málið.

Tá uppskotið um blokkin fyri í ár varð lagt fram, stóðu 615,5 milliónir krónur í lógini - sama upphædd, sum ríkisveitingin hevur verið síðani 2002. Men nevnt varð í viðmerkingunum, at upphæddin kundi broytast við samráðingum.

Stutt eftir, at nýggja landsstýrið tók við í heyst, sendi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, bræv, har landsstýrið bað um at fáa 150-200 milliónir krónur aftrat í blokkstuðli, og at hann verður prístalsviðgjørdur í framtíðini.

Umbønin at hækka blokkin til dagsvirði varð ikki eftirlíkað,  men samráðingarnar endaðu við, at heildarveitingin verður prístalsviðgjørd í framtíðini, og tí hækkar ríkisveitingin 8,6 milliónir krónur í ár, upp í 624,1 millión krónur.

Hetta samtykti løgtingið eisini við aðru viðgerð fríggjadagin. Øll 19 tingfólkini í samgonguni atkvøddu fyri, og haraftrat fekk uppskotið atkvøðurnar hjá Henriki Old og Gerhardi Lognberg úr Javnaðarflokkinum.

Lógin skal samtykkjast bæði í løgtinginum og fólkatinginum. Løgtingið avgreiðir málið í morgin, og fólkatingið samtykkir blokkstuðulin endaliga 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558