Varamaðurin atkvøddi eisini

Varamaðurin atkvøddi eisini
At Jákup Mikkelsen er komin aftur í tingið merkir, at varamaðurin, Brandur Sandoy, átti at farið úr tinginum, Tó atkvøddu báðir við triðju viðgerð einum av einum máli fríggjadagin. Hetta var eitt mistak, sigur løgtingsformaðurin

20.02.2012 - 09:38

Løgtingsformaðurin hevur mælt tinginum til at ógilda eina atkvøðugreiðslu.

Talan er um atkvøðugreiðsluna við triðju viðgerð av uppskoti um ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien.”

Orsøkin til hetta óvanliga stigið hjá løgtingsformanninum er, at bæði Jákup Mikkelsen og varamaður hansara í tinginum, Brandur Sandoy, atkvøddu um uppskotið fríggjadagin.

Jákup Mikkelsen kom aftur í tingið mikudagin. Tað merkir, sigur løgtingsformaðurin, at samstundis fór varamaðurin úr tinginum.

Men kortini atkvøddu báðir fríggjadagin. Tí hevur løgtingsformaðurin í einum uppskoti til samtyktar biðið tingið um at rætta mistakið, og at ógilda atkvøðugreiðsluna, sum var við triðju og endaligu viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659