Barnaverndirnar fáa størri øki at umsita

Barnaverndirnar fáa størri øki at umsita
Landsstýriskvinnan í almannamálum fyrireikar broytingar í barnaverndarlógini. Uppskotið er nú til hoyringar í samgonguni

21.02.2012 - 14:42

Fráboðanarskyldan hjá myndugleikum og borgarum verður herd, tá nýggj barnaverndarlóg verður sett í gildi.

Tað ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum arbeiðir við einum uppskoti um nýggja barnaverndarlóg. Málið hevur verið fyri í landsstýrinum, og er nú til hoyringar í samgonguflokkunum. Eftir hoyringina verður uppskotið lagt fyri tingið.

Sambært uppskotinum verða fakligu krøvini hjá starvsfólkum í barnaverndarumsitingini eisini herd.

Annika Olsen ætlar at skipa barnaverndarøkini í størri eindir.

- Barnaverndarmál eru sera viðkvom og trupul at umsita. Við størri eindum verður fakligi førleikin styrktur, eins og trygdin hjá tí einstaka verður munandi betri, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

Aðalmálið í barnaverndarlógini er at verja barnið og at styrkja rættartrygdina hjá børnum og foreldrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558