Fara nú aftur til samráðingarborðið

Fara nú aftur til samráðingarborðið
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur boðsent pørtunum í sáttmálatrætuni til samráðingarborðið. Tvey fólk umboða hvønn partin í samráðingunum, sum skuldu byrja klokkan 10

21.02.2012 - 10:03

Arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið fara nú aftur til samráðingarborðið

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, váttar fyri útvarpinum, at hann hevur boðað til fundar klokkan 10.

- Vit hava gjørt tvær royndir í farnu viku, og nú gera vit eina afturat. Hesaferð møtast vit í einum minni forum, og mín vón er, at vit finna fram til eina loysn á málinum, sigur Jørgen Nicalsen, landsstýrismaður.

Spurdur, hvussu nógva tíð hann hevur sett av til fundin, sigur Jørgen Niclasen, at hann setir ta tíð av, ið skal til fyri at finna fram til eina semju.

Hesaferð verða bert seks fólk við á fundinum, sum verður hildin í Fíggjarmálaráðnum, tvey fyri hvønn av pørtunum.

Fyri Fígggjarmálaráðið møta Jørgen Niclasen og Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini. Fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið møta Heðin Mortensen formaður og Anita Fuglø, skrivstovuleiðari.

Fyri Pedagogfelagið møta forkvinnan, Maud Wang Hansen, og næstformaðurin, Jógvan Philbrow, skilir útvarpið.

Løgmaður við útvarpið, at hann vónar, at ein loysn fæst á trætuni nú, so at sleppast kann undan, at undantaksloyvini á serstovnunum verða tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873