Lasse Qvist er blivin Víkingur

Lasse Qvist er blivin Víkingur
Víkingur hevur funnið avloysarin fyri Finnur Justinussen, og hann er ikki hvør sum helst. Fyrrverandi FCK áleyparin, Lasse Qvist, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við Víking

21.02.2012 - 14:04

Eftir at Finnur Justinussen, sum bleiv toppskjútti í føroysku landskappingini í fjør, takkaði fyri seg og fór til Svøríki at spæla,  hevur Víkingur leitað eftir nýggjum áleypara. Nú er hann funnin. Lasse Qvist hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við Víking.

Lasse Qvist spældi fríggjakvøldið venjingardyst, sum Víkingur vann 5-0 á ÍF. Lasse Qvist skeyt tvey mál og legði upp til tvey onnur. Hetta hevur eftir øllum at døma sannført leiðsluna í Víkingi um, at hann er tann rætti leikarin til álopsplássið í felagnum.

Talan er helst um ein leikara, sum kann blíva ein av profilunum í føroysku kappingini. Lasse Qvist var, sum ungdómsspælari, knýttur at hollendska stórfelagnum, PSV Eindhoven, frá 2004 - 2005.

Í 2006 skrivaði hann sáttmála við FC Keypmannahavn. Hann spældi átta dystir fyri FCK og skeyt tvey mál.

Síðan 2009 hevur hann spælt fyri FC Nordvest, sum er í triðbestu donsku deildini. Har hevur hann spælt fimtan dystir og skotið tólv mál.

Lasse Qvist hevur spælt 42 ungdómslandsdystir fyri Danmark. Fimm fyri U16 landsliðið, tjúgu fyri U17 landsliðið, tveir fyri 18 landsliðið, sekstan fyri U19 landsliðið og ein fyri U21 landsliðið.

Heimasíðan hjá Víkingi skrivar, at Lasse Qvist er ein skjótur og sterkur áleypari, sum er væl fyri tekniskt.

Fyrsti dystur hjá Víkingi í landskappingini verður 25 mars. Tá spæla teir á útivølli móti TB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533