Nærverkið setir neyðætlan í verk

Nærverkið setir neyðætlan í verk
Pedagogfelagið hevur gjørt av at taka øll undantaksloyvi aftur, og tí verður neyðætlanin sett i verk. Steðgur er í samráðingunum, men partarnir hava avtalað at hittast aftur klokkan 16 í Fíggjarmálaráðnum

21.02.2012 - 12:54

Um middagsleitið fekk Nærverkið at vita frá Føroya Pedagogfelag, at øll undantaksloyvi verða tikin aftur, og tí verður neyðætlanin, sum Nærverkið hevur arbeitt við, sett í verk.

Neyðætlanin ber í sær, at nøkur búfólk á sambýlum verða send til hús, onnur verða flutt á aðrar stovnar, og uppaftur onnur verða savnað í Leguhúsinum í Nesvík, upplýsir Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Nærverkinum.

Umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið fóru aftur til samráðingarborðið klokkan 10 fyrrapartin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, boðaði pørtunum til fundar.

Fundurin varð niðurlagdur fyri løtu síðani.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at fundurin hevur verið konstruktivur, sum hon tekur til, og at partarnir hava aftur umrøtt viðurskiftini, sum áður hava verið til umrøðu í samráðingunum.

Maud Wang Hansen og Jógvan Philbrow, næstformaður, hava umboðað Pedagogfelagið í Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin. Tey fara nú at kunna hinar nevndarlimirnar, og partarnir hava avtalað at hittast aftur klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087