Fútin vil aftur leingja varðhaldsfongslingina

Fútin vil aftur leingja varðhaldsfongslingina
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, er mentalkannaður, og bíðað verður nú eftir úrslitinum

22.02.2012 - 10:29

Klokkan hálvgum tvey fer fútin aftur at biðja Føroya rætt leingja varðhaldið hjá 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen fyrst í november í fjør.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður fyrstu ferð tann 16.november, og síðani er varðhaldið longt nakrar ferðir.

Fútin fer í dag at biðja rættin leingja varðhaldið fýra vikur afturat. Fútin fer eisini at biðja um, at rættarfundurin verður hildin fyri afturlatnum hurðum.

Skuldsetti maðurin verður mentalkannaður, og bíðað verður eftir úrslitinum av teirri kanningini. Eisini bíðar kriminalpolitiið eftir úrslitum av øðrum kanningum.

Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, dugir ikki at siga, nær málið verður sent fútanum, sum ger av, um skuldsetti maðurin skal ákærast.

Verður maðurin ákærdur fyri manndráp, skal hann fyri nevningating.

Eingin annar er skuldsettur í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen.

Leygarkvøldið klokkan sjey verður minningarløta fyri Dánjali Peturi Hansen á Gerðisvegi 34 í Saltangará, har Dánjal Petur búði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040