Sleppur ikki at ynskja børnum til lukku

Sleppur ikki at ynskja børnum til lukku
Persónlig brøv kunnu ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum, sigur Brúkaraumboðið

22.02.2012 - 09:36

Eik banki sleppur ikki at ynskja børnum til lukku.

Tað hevur bankin fingið at vita frá Brúkaraumboðnum.

Eik banki sendi børnum bræv, tá tey fyltu 13 ár. Saman við brævinum var lýsingarblaðið "At vera tannáringur." Samstundis sendi bankin foreldrunum bræv um brævið, sum barn teirra fekk frá bankanum.

Men hetta er ikki eftir lógini um marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið sigur, at persónlig brøv kunnu ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum. Og at senda børnum føðingardagsheilsanir er eisini marknaðarføring, “branding”, og slíkar heilsanir kunnu tí heldur ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum.

Eik banki sendir nú foreldrunum brøvini til børnini, og so kunnu foreldrini avgera, um barnið fær brævið.

Brúkaraumboðið fer eisini at kunna hinar peningastovnarnar um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522