Putin verður valdur í fyrra valumfari

Putin verður valdur í fyrra valumfari
Veljarakanningar vísa, at Vladimir Putin fær so stóra undirtøku á forsetavalinum 4. mars, at neyðugt verður ikki við einum valumfari afturat

24.02.2012 - 15:21

Líkt er til, at russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, verður nýggjur forseti í Russlandi, og at hann verður valdur longu í fyrra valumfari 4. mars.

Sostatt verður ikki neyðugt við einum valumfari afturat.

Ein meiningakanning vísir, at Putin fer at fáa 55 prosent av atkvøðunum, og nakað tað sama hava aðrar meiningakanningar víst.

Einki av mótvalevnunum fær meiri enn 10 prosent av atkvøðunum.

Mótmæli hava verið í Russlandi síðani tjóðartingsvalið í desember, tí andstøðan hevur sagt, at valsvik varð framt, og at flokkurin hjá Putin fekk størri undirtøku, enn hann í veruleikanum átti.

Andstøðan sigur, at útvið 100.000 fólk hava mótmælt.

Men Putin hevur eisini undirtøku, og í gjár lýddu 90.000 fólk á, tá hann helt røðu á Luzhniki leikvøllinum í Moskva.

Í valstríðnum hevur Putin m.a. boðað frá, at hann næstu 10 árini fer at nýta 4,3 milliardir krónur til russisku verjuna, og hann hevur eisini sagt, at eingin skal leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672