- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Tele bjóðar sjónvarp á netinum

Føroya Tele fer nú at senda sjónvarp gjøgnum internetið - tað sum á yrkismáli verður rópt IPTV.

Sum frálíður verða nógvir møguleikar, men beinan vegin fer at bera til at leiga filmar og at síggja fleiri sjónvarpsrásir enn tær, sum loftborna Televarpið bjóðar,

Seinni í ár fer eisini at bera til at síggja sendingar frá byrja, var tú ov seinur at tendra, tá sendingin byrjaði.

Avtala er gjørd við ein svenskan útbjóðara, sum hevur 1700 filmar á skránni.

Televarpið, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele, hevur 10 ár á baki, og nú heldur Føroya Tele, at tíðin er komin at menna sjónvarpið.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku klokkan 19.