Giktsjúk kenna seg ótrygg

Giktsjúk kenna seg ótrygg
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Karsteni Hansen, landsstýrismanni, fyrispurning um støðuna, nú serlæknin í giktsjúkum hevur sagt seg úr starvi

27.02.2012 - 10:28

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, hvussu hann fer at tryggja giktsjúkum nøktandi viðgerð, nú serlæknin í giktsjúkum hevur sagt úr starvi.

Bjørt Samuelsen hevur sett Karsteni Hansen fyrispurning um málið.

Hon spyr eisini, nær ein loysn fyriliggur, sum tryggjar, at viðgerðin ikki versnar, og hví tað ikki eydnaðist at fáa semju við serlæknan, sum hevur sagt seg úr starvi 31. mars.

Bjørt Samuelsen sigur, at sjúklingar stúra fyri, at viðgerðin fer at versna, um vent verður aftur til skipanina við konsulentum, sum ikki kenna sjúklingum.

Í november spurdi Bjørt Samuelsen eisini um málið, og tá svaraði Karsten Hansen, at hann fór at leggja nógv fyri, til tess at fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøðurnar og sáttmálaviðurskiftini millum giktalæknan og avvarðandi myndugleikar. Sambært svarinum væntaði Landssjúkrahúsið, at ein avtala var greið tíðliga í 2012.

Eyðsæð er eingin loysn funnin, tí sambært Dimmalætting hevur serlæknin nú sagt seg endaliga úr starvi, m.a. tí at hann heldur seg ikki kunna taka sær ábyrgd av støðuni, sigur Bjørt Samuelsen .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066