- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri flokkar og færri lærarar á Tekniska Skúla í Havn

Tríggir flokkar og tríggir lærarar færri.

Tað er støðan á Tekniska Skúla í Havn eftir summarfrítíðina.

- Undanfarin ár hava vit spart alt annað, men nú mugu vit eisini skerja undirvísingina, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, við Útvarpið.

Hann vísir á, at Tekniski Skúlin á hvørjum ári havnar umsóknum frá eini 100 ungdómum. Nú skúlin strikar tríggjar flokkar, verða einir 45 næmingar færri eftir summarfrítíðina.

Talan er um tveir SIT-flokkar innan bil og hár, og ein flokk við byggitøkningum. Tríggir lærarar eru eisini sagdir úr starvi.

Tað kemur fram í einum skrivi, sum Tekniski Skúli hevur sent Mentamálaráðnum, og sum Vágaportalurin hevur fingið fatur í.

Í skrivinum verður gjørt vart við, at útgerðin, sum brúkt verður í undirvísingini á Tekniska Skúlanum í Havn, er ótíðarhóskandi. Hon er ikki dagførd seinastu árini.

Elstu bilarnir á bildeildini eru 20 ára gamlir, og sambært skrivinum er útgerðin á El-deildini,Timburdeildini, Stíl- og Sniðdeildini og Smiðjudeildini heldur ikki endurnýggjað nóg væl.

Talan er um eitt skriv frá Tekniska Skúla í Havn, sum kunnar Mentamálaráðið um, hvørjar skerjingar eru neyðugar at fremja, tá Mentamálaráðið ikki vil lata skúlanum størri játtan.

Í Mentamálaráðnum ivast tey, um Tekniski Skúli í Havn av sínum eintingum kann skerja í undirvísingarvirkseminum, tá skúlin fær á leið somu játtan.

- Hetta er í andsøgn við politikkin hjá samgonguni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.

Hann hevur sett embætisfólk at kanna málið.