Jacob og Aksel kjakast um rullandi loyvi

Jacob og Aksel kjakast um rullandi loyvi
Fiskivinnulógin er til viðgerðar í kjak-partinum í Degi og Viku í kvøld

28.02.2012 - 10:48

Herfyri kom eitt uppskot undan kavi, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, hevði sent til hoyringar.

Sambært uppskotinum skuldu veiðiloyvini verða rullandi í 12 ár, t.e. at eitt reiðarí altíð hevur loyvi í 12 ár, og at tað verður endurnýggjað, tá tey 12 árini eru farin.

Tað elvdi til hvast orðaskifti, og sjálvt løgmaður segði, at hann kendi einki til uppskotið. Eisini onnur í samgonguni tóku frástøðu frá uppskotinum

Kjakið í Degi og Viku í kvøld fer at snúgva seg um rullandi veiðiloyvi, og um endurgjald skal latast, verða loyvini tikin innaftur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, verða gestir við kjakborðið.

Beinta Løwe Jacobsen er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558