30.000 íslendingar vilja hava forsetan at halda fram

30.000 íslendingar vilja hava forsetan at halda fram
Ólafur Ragnar Grímsson fer fyrsta dagin at taka støðu til, um hann stillar uppaftur til forsetavalið í summar

29.02.2012 - 10:33

Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, umhugsar nú at stilla uppaftur til forsetavalið í summar.

Hann hevði annars ongar ætlanir um at stilla uppaftur, men mánadagin fekk hann avrit av undirskriftum frá meiri enn 30.700 íslendingum, sum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at halda fram í forsetaembætinum.

Ólafur Ragnar Grímsson sigur, at tað er hansara demokratiska og moralska skylda at umhugsa støðuna av nýggjum, nú hann hevur fingið so nógvar áheitanir um at stilla upp.

- Eg eri komin í eina støðu, sum eg hvørki hevði væntað ella ynskt. Tað ber í sær, at eg og konan noyðast at broyta ætlanir okkara, sum vit hava lagt fyri framtíðina, segði forsetin í ríkissjónvarpinum.

Hann sigur, at hann fyrsta dagin fer at taka støðu til, um hann stillar uppaftur til forsetavalið ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891