Fiskur skal framvegis um uppboðssølu

Fiskur skal framvegis um uppboðssølu
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at politikarar hava skyldu at tryggja, at føroyskir løntakarar sleppa at virka so nógvan fisk sum gjørligt

29.02.2012 - 11:39

Føroya Arbeiðarafelag mótmælir ætlanini um at strika regluna um, at óvirkaður fiskur skal fara um føroyska uppboðssølu, áðrenn hann fer av landinum.

Landsins størsta fakfelag sigur, at kreftir eru frammi, sum royna at strika hesa reglu.

- Lógin ásetur, at fiskatilfeingið í føroyskum sjógvi er ogn Føroya fólks, og tí er tað skyldan hjá politikarunum at tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi verður virkaður av føroyskum løntakarum, skrivar Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, í eini grein.

Hann visir á, at út ímóti 2000 føroyingar eru arbeiðsleysir.

Føroya Arbeiðarafelag ávarar eisini ímóti at seta eina rullandi skipan við fiskiloyvum í gildi.

- Ein slík skipan fer í veruleikanum at gera, at øll fiskiloyvi verða savnað á fáum hondum, og møguleikarnir hjá øðrum virkisfúsum føroyingum at sleppa inn í fiskivinuna, verða nógv avmarkaðir, skrivar Georg F. Hansen.

Mynd. Georg F. Hansen er formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688