- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja flogfarið verður latið 22. mars

Gongst sum ætlað verður nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi latið eigarunum 22. mars.

Flogfarið verður sett saman á verksmiðju í Hamburg. Tað er málað, motorarnir eru festir undir veingirnar, og partar av kabinuni eru eisini settir í.

Um einar 14 dagar verður flogfarið royndarflogið fyrstu ferð.

Í gjár vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Airbus-verksmiðjuna í Hamburg, har umboð fyri Atlantsflog og Airbus tóku ímóti.

Teir fingu kunning um nýggja flogfarið og framleiðsluna hjá Airbus.

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin eru hugtiknir.

- Tað var ein stolt sjón, og tað verður ein søguligur dagur, tá flogfarið verður latið føroyingum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar er bygt til at røkja flúgving upp á Føroyar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur tað hava stóran týdning fyri Føroyar og samferðsluna við umheimin, at vit fáa eitt nýtt tíðarhóskandi flogfar til Føroya-flúgvingina, og at flogvøllurin er dagførdur.

-. Eg ivist ikki í, at hetta nýggja flaggskipið í flotanum hjá Atlantsflogi fer at tæna Føroyum væl, sigur Johan Dahl.

Á myndini síggjast Johan Dahl, landsstýrismaður, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, og Sámal Danielsen, flogovasti.