Bjargingarbátar sleppa undan oljuavgjaldi

Bjargingarbátar sleppa undan oljuavgjaldi
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at bátar hjá bjargingarfeløgunum skulu sleppa undan mvg og oljuavgjaldi, tí arbeiðið er ólønt og sjálvboðið

06.03.2012 - 10:45

Bátar hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum kring landið eiga at sleppa undan avgjøldum á olju. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann hevur skotið upp fyri Løgtinginum, at tvær lógir verða broyttar. Tað eru MVG lógin og lógin um serligt avgjald á brenniolju.

Treytin fyri, at bjargingarfeløgini fáa avgjøldini endurrindað er, at øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt. Haraftrat er tað ein treyt, at bjargingarbátarnir ikki kappast við vinnuligt virksemi.

Jørgen Niclasen sigur, at bjargingarfeløgini hava útvegað sær nýmótans bjargingarbátar, sum eru vorðnir týðandi partur av tilbúgvingini. Bátarnir og manningar teirra eru ofta við í leiting og bjarging uttan at fáa nakra samsýning.

Tað er órímiligt, at oljurokningin til hesi før verður tyngd av avgjøldum til tað almenna, halda bjargingarfeløgini, sum hava biðið um at sleppa undan at rinda avgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334