- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm ferðir Messi

Messi er nakað fyri seg. Í kvøld hevur hann skrivað seg sjálvan í metbøkurnar. Fimm ferðir sparkaði hann bóltin í Bayer Leverkusen málið, og var tí høvuðsmaðurin aftan fyri 7-1 stórsigurin hjá FC Barcelona.

Soleiðis sum FC Barcelona spældi í kvøld er tað ikki lítið sannlíkt, at katalanararnir endurvinna Champions League kappingina. Bayer Leverkusen, sum hóast alt er millum toppliðini í Týsklandi, var ongantíð við í dystinum. FC Barcelona vísti ræðandi styrki, og í løtuni er tað tórført at síggja, hvat felag skal steðga teimum.

Messi er fyrsti spælari, sum skorar fimm mál í einum dysti, síðan kappingin broyttist til Champions League. Tó eru aðrir, sum eisini hava skotið fimm mál í einum evropeiskum dysti. Tann seinasti var danin, Søren Lerby í 1979.

Teir ið hava skotið fimm mál í einum evropeiskum dysti:

Ove Olsson (IFK Gøteborg) 1959 í 6-1 sigri á Linfield

Bent Løfqvist (Boldklubben 1913), 1961 í 9-2 sigri á Spora Luksemburg

José Altafini (Milan) í 1962 8-0 sigri á Union Luksemburg

Ray Crawford (Ipswich) 1962 í 10-0 sigri á Floriana

Nikola Kotkov (Lokomotiv Sofia) 1964 í 8-3 sigri á Malmø

Flórián Albert (Ferencváros) 1965 í 9-1 sigri á Keflavík

Paul van Himst (Anderlecht) 1966 í 10-1 sigri á FC Haka

Gerd Müller (Bayern Munchen) 1973 í 9-0 sigri á Omonia

Claudio Sulser (Grasshoppers) 1978 í 8-0 sigri á Valletta

Søren Lerby (Ajax) 1979 í 10-0 sigri á Omonia