- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góður laksadagur á Oslo Børs

Eygleiðarar
halda, at orsøkin til hækkandi kursin hjá serliga alifyritøkum, er batnandi
søluprísur fyri laksin.

Bakkafrost
lá í dag á einum fimta plássi yvir størstu kurshækkingarnar á Oslo børs.
Partabrævið hjá Bakkafrost hækkaði við 3,73 prosentum, sum kortini ikki var nóg
mikið fyri at koma upp á sama støði, sum kursurin var, tá henda vikan byrjaði.

Salmar, sum
eigur ein stóran part í Bakkafrost gekk 6,53 prosent fram í dag, og vinnari á
Oslo Børs í dag var Grieg Seafood, hvørs partabrævavirði hækkaði við 10,5
prosentum í dag.

Eygleiðarar
í Oslo siga, sambært netmiðilin Intrafish, at orsøkin til framgongdina á
børsinum í dag er, at sera positiv tøl fyri amerikanska arbeiðsmarknaðin
væntast kunngjørd í morgin.