- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri javnstøða í almennum partafeløgum

Tá tað almenna - til dømis landsstýrisfólk - velur nevndarlimir í partafeløg, skal tað vera eitt krav, at umleið eins nógvir limir av hvørjum kyni skulu veljast.

Tað halda Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Aksel V Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum tí hava lagt fram uppskot um broyting í Javnstøðulógini.

Í viðmerkingunum vísa tey á, at ásetingin í Javnstøðulógini um javnstøðu í nevndum og ráðum røkkur ikki inn í partafeløg, sum tað almenna eigur ella eigur í. Og CEDAW-nevndin hjá ST vísir í seinastu frágreiðing sínari á, at føroysku myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum.

CEDAW-nevndin mælir millum annað til at seta fyribils kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdini móti fullari javnstøðu, og vísir serliga á vantandi javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

Bjørt Samuelsen og Aksel V Johannesen siga, at uppskot teirra fylgir hesum tilmæli við at víðka kvotuskipanina í grein 8 í Javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna.