Noreg er arrogant mótvegis Føroyum

Noreg er arrogant mótvegis Føroyum
Norskt fiskivinnublað finst hvassliga at norsku myndugleikunum, sum ikki vilja samráðast við føroyingar um fiskirættindi, tí ósemja er um makelin

09.03.2012 - 14:20

At norskir myndugleikar ikki vilja samráðast við føroyingar um sínámillum fiskirættindi er "maktarrogansa."

Tað skrivar norska blaðið Fiskeribladet/Fiskaren í oddagrein í dag.

Noreg vil ikki gera sáttmála um m.a. toskafiskiskapin í Barentshavinum, tí føroyingar enn einaferð hava ásett sær egna makrelkvotu.

Fiskeribladet/Fiskaren undrast á hesa støðu, tí Noreg arbeiðir vanliga fyri altjóða avtalum til frama fyri smá lond. Slíkur atburður er tí einki annað enn maktarrogansa, skrivar blaðið í oddagreinini.

Víst verður á, at Noreg og Føroyar gjørdu fyrstu avtaluna um sínámillum fiskirrættindi í 1979, og tað vóru Jens Evensen, norskur ráðharri, og Atli P. Dam, løgmaður - blaðið sigur báðar vera legendur - sum gjørdu avtaluna.

Er ikki uppsøgd

Hon er í gildi seks ár í senn, verður hon ikki søgd upp at fara úr gildi 12 mánaðir frammanundan. Hesum tók Stórtingið eisini undir við, tá tað góðkendi avtaluna í 1980, og Fiskeribladet/Fiskaren veit einki um, at Noreg hevur sagt avtaluna upp.

Tí hevur Noreg skyldu til at samráðast við føroyingar um sínámillum fiskirættindi, skrivar blaðið

- Eitt er ikki at semjast við samráðingarborðið. Annað er als ikki bjóða til samráðingar. Tað veldst um, hvat spyrst burtur úr samráðingunum. Tað kann hugsast, at semja verður um onnur fiskasløg enn makrelin, skrivar Fiskeribladet/Fiskeren.

Gera mun á

Blaðið vísir eisini á, at munur er gjørdur á Føroyum og øðrum londum. Avtalan við íslendingar um fiskiskap í Barentshavinum, sum varð gjørd í 1988, til tess at steðga fiskiskapinum í Smoguni, varð endurnýggjað í 2010 fyri fýra ár - sama ár, sum Noreg setti føroyingum og íslendingum forboð fyri at landa makrel í norskum havnum.

Fiskeribladet/Fiskaren heldur, at tað ræður um at vísa einari grannaatjóð ta virðing, hon hevur uppiborið, eftir túsund ára gamlan felagsskap í Norðurhøvum.

Norskir myndugleikar eiga tí at bjóða føroyingum til samráðingar. Tað klæðir Noregi illa at bera seg at sum eitt arrogant stórveldi, stendur í oddagreinini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974